Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan
Framsýningar

Føroysk einkarsýning letur upp í Galateea Contemporary Art Galeria i miðbýnum í Bukarest, høvuðsstaðin í Rumenia, mánadagin 18. Maj. Tað er Guðrið Poulsen, listafólk úr Havn sum nú hevur sína fyrstu listaframsýning í Rumenia. Galateea Galeri er ein framsýngarstaður burturav til samtíðar keramisk list og er rikið av listafólki. Galaríið hevur virkað síðani 2011 og er einasta av sínum slagi í Rumeniu.

- Framsýningin CORPUS er ein reflektión yvir, hvussu kroppurin er eitt grundleggjandi tól fyri fatan og leið í verðini. Kuratoriskt verða verkini sett í samband við fyribrigdarfrøðini, har kroppurin er sæti fyri minnið, rørslu og tey spor sum strukturera roynslu. Listarliga praksisin kemur frá egnum royndum: Gonguferðir, sambandið við tilfarið, føroyska landslagið og uppmerksemið á náttúrliga arkitekturin í rúminum virka sum formar fyri kropsligar sannkenningar og keramiska tilfarið varðveitir hesi møti sum sedimentarað løg, sum eitt slag av inniligum arkitekturi, sigur Guðrið sjálv í tíðindaskrivi.

Kurator er Alina Tudor. Ole Wich tók myndina. Framsýningin er opin til 15. juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #