Leiðari til teknisku- og maskindeild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til teknisku- og maskindeildina at byrja 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú gott handalag, dugir væl at tilrættaleggja viðlíkahaldsarbeiði, og hevur tú royndir við at ráðleggja og íverkseta verkætlanir í samstarvi við innanhýsis starvsfólk og uttanhýsis partar, eitt nú Landsverk ella byggiveitarar. So er hetta møguliga starvið fyri teg.
Um starvið
Talan er um eitt leiðandi starv við beinleiðis tilvísing til sjúkrahússtjóran.
Sum leiðari kemur tú at hava tætt samstarv við allar deildir á sjúkrahúsinum og kemur at arbeiða saman við dugnaligum og royndum starvsfólkum.
Tú hevur ábyrgd av dagliga rakstrinum og viðlíkahaldi av bygningum, bygningslutum og tekniskari útgerð. Harumframt kemur tú at hava tætt samstarv við Landsverk, sum hevur høvuðsábyrgdina av almennum bygningum í Føroyum. Harumframt fevnir starvið um at:
• hava dygdargóða starsfólkaleiðslu
• leiða og samskipa verkætlanir í sambandi við umvæling og nýgerð
• góðskutryggja maskinur og útgerð, umframt at hava eftirlit við uttanhýsis tænastuveitarum
• samskipa og fremja viðlíkahald og umvæling av maskinum, el- og tekniskari útgerð
• umsita og viðlíkahalda hitamiðstøð, ventilatións- og luft-/gassskipanir
• loysa ymisk fyrifallandi arbeiði innan deildina
Um teg
Vit vænta, at tú:
• ert ábyrgdarfull(ur) og góðskutilvitað(ur)
• hevur góð samstarvsevni og dugir at leiða starvsfólk
• ert skipað(ur) og dugir væl at leggja arbeiðið til rættis
• hevur fíggjarligt hegni og skil fyri raðfestingum
• tolir at arbeiða undir trýsti av og á
• ert opin fyri eftirútbúgving, bæði í Føroyum og uttanlands
• ert sinnað(ur) at taka lut í tilkallivaktarskipan
Førleikar
Umráðandi er, at tú:
• útbúgving sum maskinmeistari
• hevur góðar tekniskar førleikar og hollar arbeiðsroyndir
• hevur royndir við verkætlanarleiðslu og samskipan
• hevur koyrikort
Klaksvíkar Sjúkrahús nýtir CTS-stýrisskipan.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið. Starvið er flokkað í lønarflokki 18.
Meira at vita
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
• Regin Olsen, fráfarandi leiðara, tlf. 214480
• Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, tlf. 288922
Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast til:
umsokn(at)ks.fo
Umsóknarfreistin er 20. mai 2026.
Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í
Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



