Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður 
Svarari:  Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 
Evni:  Dialysa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Spurningar:   
1. Hevur landsstýriskvinnan politiskan vilja at seta dialysuviðgerð í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

2. Um ja, nær verður dialysuviðgerð sett í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

3. Eru viðurskifti á sjúkrahúsinum sjálvum – við støðuni áðrenn dialysa varð sett í verk á Tvøroyri – sum tala fyri, at dialysa skal vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men ikki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

Viðmerkingar: 
Í Føroyum hava vit trý sjúkrahús, og í løtuni er samfelagsliga rákið tíbetur soleiðis, at heilsutænastur skulu vera í nærumhvørvinum hjá fólki.  

Í seinasta samgonguskeiði sóu vit til dømis, at dialysa varð sett í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so fólk í Suðuroy við tørvi á dialysuviðgerð ikki longur skuldu noyðast til Havnar at fáa hesa viðgerð.

Somuleiðis varð lógarverk samtykt, sum byggir á, at alsamt fleiri heilsutænastur skulu vera í nærumhvørvinum hjá borgarunum.

Nakað síðan svaraði landsstýriskvinnan einum fyrispurningi, 52-107/2025, sum bygdi víðari á hetta arbeiðið, nevniliga um at seta dialysu í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað svarið var í stóran mun ein fíggjarlig útgreining og ein staðfesting av, at landsstýriskvinnan í øllum førum ikki ta løtuna hevði ítøkiligar ætlanir um at seta dialysu í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tí hesir spurningar um politiska viljan hjá nýggja landsstýriskvinnuni. 

Á Løgtingi, 19. juni 2026 
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #