Nýggi frystitrolarin hjá Varðanum verður doyptur í Norðragøtu sunnudagin kl. 13.
Hesum boðar Varðin frá í tíðindaskrivi.
Skráin fyri løtuna er hendan:
Hornorkestrið spælir, meðan skipið leggur at kai.
Felagssangir verða sungnir og røður verða hildnar.
Røðarar vera:
-
Sámal Joensen, stjóri i Varðanum
-
Per Martin Gregersen, borgarstjóri
-
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
-
Mouritz Mohr, stjóri í Mest.
Eftir dópin eru øll vælkomin umborð, og eisini verður okkurt at fáa til matna í kappróðrarneystinum hjá Tindi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



