Skúlablaðið: Fylgjandi landsstýrisfólk hava sagt seg sinnað at gera batar, men framvegis verða nógvir lærarar á hvørjum ári settir í tíðaravmarkað starv. Alt ov nógvir, heldur Føroya Lærarafelag. Ein nýggj uppgerð, sum Lærarafelagið hevur gjørt, vísir, at hóast støðan er væl frægari í ár samanborið við undanfarnu ár, tá talan er um føst størv, so eru framvegis tvífalt so nógv tíðaravmarkað størv lýst leys samanborið við føst størv. Komandi skúlaár, 2026/27, er lýst eftir 156 lærarum, 104 í tíðaravmarkað starv og 52 í fast størv.
Føroya Lærarafelag hevur í nógv ár víst á ótolandi støðuna, sum lærarar í tíðaravmarkaðum starvi eru í. Hesir lærararnir skulu á hvørjum ári søkja starv, og eingin teirra kennir seg tryggan í at hava starv, tá ið nýtt skúlaár byrjar.
- Eg eri fullgreiður yvir allar tær stúranir, lærarin í slíkum starvi hevur. Ótrygg setanarviðurskifti kunnu hava ávirkan á trivnað og lívsmót. Hetta eru okkara ungu lærarar, sum skulu seta búgv, og tá tú skal ogna tær bústað, so verður spurt um starv og løn, og tað hevur heilt vist ávirkan á títt starvsval. Eg vóni, at vit kunnu gera munandi batar; eg fari í øllum førum at gera mítt besta at bøta um støðuna, fyrst og fremst í samstarvi við avvarðandi partar, sum eru Undirvísingarstýrið og ikki minst Føroya Lærarafelag, sum eigur samráðingarrættin, tá ið talan er um løn og starvsviðursifti hjá lærarum. Eg taki fegin ímóti øllum góðum uppskotum, sum kunnu tryggja fleiri lærarum fast starv, tí fólkaskúlin tørvar lærarakreftir. Samgongan er í øllum førum sinnað at arbeiða fyri, at setanarviðurskiftini hjá lærarum verða betri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



