Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Undantak sambært eftirlønarlógini
Spurningar:
1. Hvørjar eftirlønarskipanir uttanlands eru undantiknar sambært eftirlønarlógini?
2. Hvussu metir TAKS um, hvør skipan er nøktandi?
3. Hví verða borgarar kravdir eftir eftirlønargjaldi í Føroyum, hóast teir gjalda til nøktandi eftirlønarskipan uttanlands?
Viðmerkingar:
Sambært eftirlønarlógini, so skulu øll tey, ið eru skattskyldug í Føroyum, spara saman til egna eftirløn. Tað er nú í 2026 komið á eitt lógarásett gjald á 12% av A-inntøkuni.
Tó eru tað undantøk, ið verða nevnd, har tað ásetta prosentgjaldið ikki verður rindað av. Eitt nú er tað í § 3, nr. 18 har tað stendur:
«Inntøka frá arbeiði fyri arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, um løntakarin antin rindar til NAV ella hevur eina eftirlønarskipan uttanlands, sum TAKS metir er nøktandi. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat er at meta sum nøktandi eftirlønarskipan uttanlands.»
Hóast hesa áseting, so eru dømir um føroyingar, ið sigla undir DIS, ið gjalda inn til donsku skipanina PFA, ið eisini verða kravdir eftir at gjalda inn í føroysku eftirlønarskipanina, hóast eftirlønarlógin sigur, at hesi fáa undantak at gjalda ásetta gjaldið í § 2, stk. 1, tá teirra skipan er mett sum nøktandi.
Tað tykist undarligt, at hóast lógin greitt sigur, at tey, ið eru undantikin í § 3 at gjalda sambært § 2, stk. 1, hóast alt verða kravd eftir eftirlønargjaldi.
Fyri at fáa greiðu á hesum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 5. februar 2026
Beinir Johannesen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



