Antin mást tú siðum lands fylgja ella úr landi flyta
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Antin mást tú siðum lands fylgja ella úr landi flyta
- føroyskt orðatak
Tiltøk

Við Tjarnir: Sunnudagin 15. februar er eitt ár farið síðan stórhøllin við Tjarnir lat dyrnar upp. Eitt ár við nógvum spennandi tiltøkum, bæði innan ítrótt og mentan. Í sambandi við føðingardagin letur Hoppilundin upp frá klokkan 14 til 18 hendan dagin, og tað verður ókeypis atgongd.

Hoppilundin varð fyrstu ferð roynd 15. november í fjør. Bæði børn og vaksin tóku sera væl ímóti nýggja møguleikanum. Í Hoppilundinini er møguligt hjá børnum at stytta sær stundir í forvitnisligu hoppiborgunum, og hevur onkur hug til okkurt meira róligt, ber eisini tll at spæla mini golf.

Afturat hesum hava sølubúðirnar opið, so tað ber eisini til at hugna sær við poppkorn, candyfloss og blandaðum bommum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #