Hagstovan: Fátækaváðin, á enskum nevnt "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga lágum inntøkum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video). Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum.
Fátækaváðin kvinkar upp
Prosentparturin av teimum í fátækaváða fall frá 2018 til 2019 úr 9,7 prosentum niður í 7,6 prosent. Í 2023 var parturin av fólki í fátækaváða 7,5%, sum er á sama stigi síðani 2019. Í 2024 kvinkaði fátækaváðin upp við 0,7 prosentstigum til 8,2 prosent. Fátækaváðin hevur annars verið nakað størri fyri árum síðani. Prosentparturin av teimum í fátækaváða var um 9 til 10 prosent í tíðarskeiðnum 2011 til 2018.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



