Serfrøðingar ávara nú um, at eitt serliga sterkt El Niño-fyribrigdi kann vera á veg í Kyrrahavinum. Tað kann føra til hitabylgjur og meira óstøðugt veður kring allan heimin – og møguliga eisini í Føroyum.
El Niño er eitt náttúrligt veðurfyribrigdi, sum hendir, tá sjógvurin nærindis miðkringjaranum í Kyrrahavinum gerst óvanliga heitur, og passatvindarnir vikna.
Knud Simonsen, ph.d. og hav- og veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya, sigur, at El Niño kann ávirka veðrið í heiminum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



