Innsent: Í 2012 gav Føroya Sanglærarafelag sangbókina Syng út. Hetta var ein útgáva í tveimum pørtum:
SYNG – tekstir, sum bara hevur tekstir, og
SYNG – nótar og tekstir, sum eisini hevur nótar, teir flestu við talsetingum.
Tann seinna bókin hevur verið útseldur í eini 10 ár. Tørvurin á henni hevur verið stórur, tí nógv hava spurt, um hon ikki bleiv endurprentað. Tað er hon so nú, og hon kemur væntandi í handlarnar skjótt, um hon ikki longu er komin. Hon kostar 450 k.
Ætlanin við SYNG er at menna føroyska sangin hjá ungum og vaksnum. Hon er ein frískligur íblástur til sangin í skúla, heimi og frítíð.
Í SYNG eru 456 sangir. Allir – uttan teir norðurlendsku tjóðsangirnir – eru á føroyskum máli. Her eru sangir úr gomlu føroysku sangmentanini, nýggir sangir og eitt breitt úrval av tí kenda og nógv sungna.
SYNG er býtt upp í sangevni og hevur fleiri yvirlit at leita í.
Tað er forlagið Nótar, sum gevur SYNG – nótar og tekstir út hesa ferð.
Zacharias Sørensen stendur fyri forlagnum, sum eisini selur sangir við nótum á netinum. Heimasíðan eitur nótar.fo.
Mentanargrunnur Landsins og Tórshavnar Kommuna hava givið stuðul til endurútgávuna. Hesi góvu eisini stuðul til verkætlanina í 2012.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



