Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen
Krutl

Í morgin verður eitt gul av útsynningi, samdrigið og kanska regn ímóti kvøldi, hitin 10 - 12 stig.

Týsdagin melur hann av ymsum ættum, okkurt ælstroyggj mitt á degnum, sami hiti, 10 - 12 stig.

Mikudagin heldur frískari lot av útsynningi, samdrigið men turt og hitin um 11 stig.

Hósdagin bert ein ond av lágættum mest, samdrigið og kanska okkurt æli ímóti kvøldi, lýtt, upp í eini 15 stig.

Fríggjadagin fer at regna, hann melur av ymsum ættum við lítlum vindi og hitin 10 - 12 stig.

Næsta vikuskifti verður mestsum stilli, nógvar sólløtur og hitin 10 - 12 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #