Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna 
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum 
Evni: Landbúnaðarstuðul

Spurningar: 
1. Eru ætlanir um at broyta játtanarslagið frá at eita stuðul til lógarbundin játtan í sambandi við játtanina til landbúnaðin?

2. Er ætlanin ar hækka játtanina til landbúnaðarstuðul?

Viðmerkingar: 
Á Búnaðarstevnuni um vikuskiftið varð nomið við fleiri viðurskifti, sum kunnu betra um landbúnaðin sum vinnu.

Tað hevði m.a. givið bóndum tryggari viðurskifti, um játtanarslagið, sum í dag eitur stuðul, verður broytt til lógarbundna játtan.

Hetta hevði givið teimum, sum starvast í vinnuni, munandi tryggari viðurskifti, serliga tá ið atlit skal takast til veðurlagið í sambandi við góðskuna á grøðini.  

Samanbera vit landbúnaðin við landbúnaðin í okkara grannalondum, sæst stórur munur á, hvat viðvíkur stuðli.

Á Búnaðarstevnuni komu nøkur áhugaverd hagtøl fram, sum vísa, at okkara landbúnaðarvinna langt frá er kappingarfør.

Sambært tølum frá stjóranum á Búnaðarstovuni, so játta:

Írland   2.735 kr. pr. íbúgva 
Finnland  2.230 kr. pr. íbúgva  
Noreg   3.190 kr. pr. íbúgva 
Ísland   2.905 kr. pr. íbúgva 
meðan Føroyar veita 364 kr. pr. íbúgva.  

Hetta ger tað ógvuliga trupult hjá føroysku landbúnaðarvinnuni at kappast við landbúnaðarvørur úr øðrum londum, har stuðulin er so høgur. Tí verða hesir spurningar settir. 

Á Løgtingi, 18. februar 2026 
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #