Tað er sera sannlíkt, at frítíðin í summar verður ávirkað av avleiðingunum av Miðeysturkrígnum, sigur ES-kommisserurin, Dan Jørgensen, við Sky News.
– Í løtuni er talan fyrst og fremst um prískreppu og enn ikki um útboðskreppu, men tíverri kunnu vit neyvan fyribyrgja eini útboðskreppu, serliga fyri flogbrennievni í framtíðini, um kreppan heldur fram, sigur Jørgensen sambært norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



