USA undir Donald Trump verður fatað meira sum ein hóttan enn ein sameindur, vísir ein kanning hjá Politico í seks stórum ES-londum.
Bert 12 prosent av teimum spurdu í Póllandi, Spania, Belgia, Fraklandi, Týsklandi og Italia síggja USA sum ein tættan sameindan, meðan 36 prosent síggja USA sum eina hóttan.
Til samanberingar varð Kina sæð sum ein hóttan av 29 prosentum.
Samstundis verður Russland greitt fatað sum ein fíggindi. 70 prosent av teimum spurdu í teimum seks londunum síggja landið sum eina hóttan, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



