Tær bøkur, ið maður skammast at keypa, átti hann eisini at skammast at lisið
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tær bøkur, ið maður skammast at keypa, átti hann eisini at skammast at lisið
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Eydnudeild Føroyar: Leygardagin 04.04.2026 bjóða Lundapisurnar, ein partur av Eydnudeild Føroyar, øllum til eitt brak av einum hondbóltstiltaki, tá Eydnucup 2026 verður hildið í høllini á Hálsi í Havn.

Hetta er 3. ferð, at Eydnucup verður hildið í Føroyum, fyrstu ferð var í 2022 og hevur tiltakið vaksið seg størri hvørja ferð.

Ikki minni enn 110 hondbóltsstjørnur fara at stuttleika sær saman henda dagin. Vit fáa vitjan úr øllum Føroyum, Danmark, Grønlandi, og eisini úr Glucksliga úr Týsklandi luttaka stjørnur og viðhaldsfólk.

Gott lag og samanhald mynda dagin, sum verður fyltur av gleði, high fives, tónleiki, poppkorni, slush-ice og øllum tí, sum bara hondbóltur á Eydnudeildarstøði kann bjóða. Vit byrja kl. 10 og helma ikki í, fyrr enn síðsti dystur er spældur umleið kl. 17, tá ið Jens Marni sleppur at rokka saman við okkara hondbóltsstjørnum.

Hetta verður samstundis startskotið hjá teimum gott 300, sum skulu til gallaveitslu í Dansifrøi. Tá ið tey hava pussað sær dansiskógvarnar og latið seg í veitsluklæðini, verða tey boðin at seta hár og leggja sminku, áðrenn veitsludøguðrin verður borðreiddur og boðið verður til dans.

Lundapisurnar bjóða tykkum øllum at koma við til tiltakið í høllini, sum er ókeypis.

Størsta upplivingin av slíkum slag í Føroyum nakrantíð.

Hevur tú hug at vera partur av toyminum, sum gevur okkara hondbóltsstjørnum eina risa uppliving henda dagin, er eisini møguleiki fyri tí. Tit kunnu seta tykkum í samband við Morten Hust Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #