Tvøroyrar kommuna: Eyðun Nolsøe nýtist so at kalla onga frágreiðing sum tónleikari - Eyðun hevur verið partur av føroyska tónleikapallinum í mong harrans ár, fyrst sum partur av superbólkinum Frændur, men seinastu árini hevur hann spælt mest solo og við egnum bólki.
At Eyðun er viðurkendur tónleikari sóu vit herfyri, tá ungu spírarnir úr "Hoydalar", skuldu tulka løg hjá Eyðuni. Eyðun fer á pallin beint áðrenn Onnu Lovisu, Bjarka og Sophiliu, so hvør veit, kanska okkurt spennandi spyrst burtur úr tí løtuni
Á Tvøroyri eru vit glað fyri at Eyðun seinastu mongu árini hevur verið búsitandi í kommununi, tí vit hava mangan havt gleði av hansara fantastisku rædd og eminenta guitarspæli.
Á Mentanarnáttini á Tvøroyri, verður hann enn einaferð at hoyra og har verður diskað upp við einari sannari perlurøð av slagarum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



