Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak
Tónleikur

RD Group: Í ár eru 30 ár síðani, at Eyðun Nolsøe gav út sína fyrstu Solo útgávu 📀 – ein útgáva, sum taldi fleiri av teimum størstu føroysku hittunum frá nítiárunum. Nú leggur Eyðun Nolsøe Band beina kós móti Tórsfest, har publikum kann gleða seg til eina sterka røð av føroyskum klassikarum frá byrjan til enda. 🔥 

Við løgum sum Dansa, Sjalusi og fleiri øðrum slagarum hevur Eyðun skrivað seg inn í føroysku tónleikasøguna. Sum oddamaður í Frændur og seinni sum soloartistur hevur hann í fleiri áratíggju verið ein av mest eyðkendu røddunum á føroyska tónleikapallinum. 💃🏼🕺🏼 

Eyðun er kendur fyri sínar fangandi melodiir, sterku føroysku tekstir og eina heilt serliga nærveru á pallinum, sum framvegis savnar fleiri ættarlið frammanfyri pallin. Sangirnir eru vorðnir partur av føroysku fólkaognini, og teir verða framvegis sungnir við fullari megi kring landið. 🎶 

Á Tórsfest verður talan um eina framførslu við bæði nostalgi, nærveru og góðum hýri, tá Eyðun Nolsøe saman við sínum vælspælandi bólki fer at levera eina hittparadu við sangum, sum nærum allir føroyingar kenna.

Tórsfest gleðir seg at bjóða einum av teimum stóru føroysku tónleikanøvnunum á pall og ivast ikki í, at hetta verður ein av teimum framførslunum, sum fara at skapa heilt serligar løtur saman við áhoyrarunum. 🎉🎉

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #