Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen
Politikkur

Ísraelskur andstøðuleiðari er í øðini inn á Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, um vápnahvíldar sáttmálan millum USA og Ísrael og Iran.

At Ísrael ikki er við í samráðingunum um vápnahvíldina í stríðnum móti Iran er ein politisk vanlukka fyri landið, sigur andstøðuleiðarin, Yair Lapid.

- Tað hevur ongantíð fyrr verið ein sovorðin politisk katastrofa í allari okkara søgu. Ísrael var ikki eingongd við borðið, tá avgerðir um kjarnuna í okkara tjóðartrygd vórðu tiknar, skrivar Lapid á X í morgun.

- Tað fer at taka okkum fleiri ár at umvæla politiska og strategiska skaðan, sum Netanyahu hevur elvt til orsakað av arrogansu, ósketni og vantandi strategiskari planlegging, skrivar Lapid.

Sí BBC her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #