Fleiri kvinnur hava upplivað, at myndir av teimum – hálvnaknar ella naknar – vóru at finna í Epstein-skjølunum.
TV 2 hevur tosað við eina teirra.
Eftir fleiri ferðir at hava spurt, um TV 2 kundi lova, at navn hennara ikki fór at koma út í pressuni, fekk TV 2 loksins samrøðu við eina kvinnu, sum var tætt knýtt at Jeffrey Epstein.
Hon varð fyrst nevnd í nógv umrøddu Jeffrey Epstein skjølunum, men nú hava amerikansku myndugleikarnir strikað skjølini við hennara navni, ella útstrikað navn hennara.
– Nú er mítt navn loksins útstrikað av amerikanska Løgmálaráðnum. Yvir 100 offur fingu sín samleika avdúkaðan, og nú er tað loksins rættað – men eg eri sera nær við eitt samanbrot, so lat okkum halda hesa samrøðuna stutta, sigur kvinnan við TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



