Listin ger lívið lættari at liva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Listin ger lívið lættari at liva
- úr Børkuvísum
Krutl

Fast & Vist letur í dag upp forkunnuga popp-út matstovu úti í Hólminum í Mykinesi.

Russiski kokkurin Anton Kovalski og amerikanski kokkurin Gordy Ramsy royna í eini arktiskari verkætlan flogið við ílidnari súlu, sum verður páskarætturin, nú latið verður upp.

Sjálv matstovan verður kallað Nett til Gánan, stytt GánaNett, sum er úr enskum Gannett, ið merkir súla. Uppskotið eigur restauratiónsrevsarin Ramsy.

Tyrlan, sum fer at flúgva gestirnar av flogvøllinum og út í Mykines, tá opið er í GánaNetti, er sponsor og hevur súluna sum búmerki.

Tá innskrivaðu gestirnir eru lendir á tyrlupallinum, fáa teir fyrst upp í hondina Gannet Knish, sum er súluknetti, ið er vælkent í bygdini.

Tá gestirnir eru setstir úti í Hólminum, eru borðreiddu undanrættirnir, trý blunk úr vesturi, sum eru pirojki í garnatálg, brislingur á spritu og turt kjøt av nólsoyarveðri úr Oydnabøli.

Høvuðsrætturin er íligin súla, sum verður borðreidd við fermenteraðum kvass úr Russlandi.

Nýlend úr Dímun bjóðar tyrlumanningin nýggjasta Súlubryggj hagani av oynni.

Eftir ein ráka av amerikanskum sólberi og stout eftir uppskrift hjá russiska zarinum, verður flogið heimaftur eftir Súludøgurðan í Mykinesi.

Ein russiskur telvari er við og ætlanir eru um snarkapping í Klaksvík.

Tekna nóg nógv seg, verður flogið norður hagar við telvaranum, sum vil verða ónevndur, tí hann hevur ikki fingið uppihaldspapírini í ordan.

Uppskriftin kann takast niður her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #