Øll hava samhuga við tí veika, men øvunda tí sterka
- Arnold Swartzenegger

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Øll hava samhuga við tí veika, men øvunda tí sterka
- Arnold Swartzenegger
Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm nýggjar bøkur út til børn og ung í ársins fjórða bókaumfari.

Serliga áhugaverd hetta umfarið er upprunaføroyska myndabókin Surr, sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt. Les meira um bøkurnar niðanfyri.

Kann eg sita í miðjuni?
„Kom, vit fara at lesa eina bók!“ rópar barnið, og skjótt sita øll í sofuni: sebran, kettan, barnið, hamstrarin og leyvan.

Nú kunnu vit byrja.

„Bíða!“ gneggjar sebran. „Storkurin manglar!“ Har kemur hann. Soleiðis, nú kunnu vit byrja – ella kunnu vit?

Ein stuttlig og rokalig søga um løtuna, tá vit lesa saman.

Susanne Straßer hevur skrivað og gjørt myndirnar. Sigfríður S. Sólsker týddi til føroyskt úr týskum.

Bókin er ein pappbók, 22 síður og til børn uml. 0-2 ár.

Hvar er Hvíti?
Seyðir eru floksdýr. Tað merkir, at teir gera tað sama samstundis. Teir eta saman og sparla í senn. Teir sova, droyma og renna saman. Og teir hyggja at tokinum fara framvið. Tað gera teir hvønn dag. Allir samlir. Ikki so, Hvíti?

Ein stuttlig søga (og leitibók) um ein seyð, sum ikki altíð fylgir fjøldini.

Guido van Genechten hevur skrivað og myndprýtt. Markus Hammer týddi til føroyskt.

Bókin er innbundin, 28 síður og til børn uml. 3-5 ár.

Surr
Hon kennir seg øðrvísi og hevur ilt við at savna tankarnar í skúlanum og heima. Teir surra sum vespur. Men hon dugir at tekna sum ongin annar. Tá hon teknar, gerast vespurnar til firvaldar. Hví er hon ikki sum hini?

Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt.

Bókin er innbundin, 24 síður og til børn uml. 6-8 ár.

Ásgarður – sagnir úr norrønu gudalæruni
Hevur tú hoyrt søguna um, hvussu Óðin skræddi sítt egna eyga úr? Ella hana um Loka, sum setti høvdið í veð? Veitst tú, hvør Fenrisúlvurin er, og hvat hendi, tá jørðin gekk undir í ragnarøkum? Og torir tú at vitja gudinnuna Hel niðri í Helheimi?

Kom við á ævintýraferð millum æsir, jatnir og undur. Tað verður spennandi, stuttligt og óhugnaligt. Vælkomin til Ásgarð!

Sofi Hjort hevur skrivað, og Karl Johnsson hevur myndprýtt. Kristianna Poulsen týddi til føroyskt úr svenskum.

Bókin er heft, 76 síður og til børn uml. 9-12 ár.

Summarið, tá alt hendi
Nora skal á heimsins keðiligastu summarferiu hjá ommuni á bygd. Men so møtir hon Abbas, sum hevur tey grønastu eyguni, og sum ger, at hon blívur púrasta fjákut. Men hví er Abbas bangin fyri Dorrit í kafeini, og hví eru ymsar reglur galdandi fyri Noru og Abbas?

Ein syrgin og kærleiksfull søga um alt tað, sum kann henda eina summarferiu.

Iben Akerlie hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum.

Bókin er heft, 186 síður og til ung 13-15 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #