Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak
Vinna

Hagstovan: Fiskavøruútflutningurin er vaksin nærum 1,7 milliardir krónur, ella 14,3 prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks 477 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 8,3 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks við meira enn 24 túsund tonsum, ella 26,7 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið yvir 343 milliónir krónur, ella 29,7 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 5 prosentum.

Útflutningurin av fiskavørum skift á landaøki
Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, Miðeysturs, "Asia annars" og til "Afrika annars". Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina, ið stendur fyri góðum 243 milliónum krónum av vøkstrinum. Í Miðeystri stendur laksur til Ísraels fyri góðum 65 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til ES er vaksin við góðum 1,3 milliardum krónum. Harav er útflutningurin til Niðurlond vaksin við 288 milliónum krónum, og til Spania við 258 milliónum krónum. Útflutningurin til "Evropa annars" er minkaður knappar 78 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands minkaður við 136 milliónum krónum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #