Hagstovan: Meira enn helvtin, 57 prosent, av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði.
Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað.
Tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, meðan av monnum er tað bert fjórði hvør.
Býtið er eisini ymiskt býtt á økini. Næstan helvtin, 47 prosent, av teimum sum búgva í Suðuroyar-, Vága og Suðurstreymoyar økjum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. Í Norðoya og Eysturoyar økjum eru tey 37 prosent.
Meira útgreinaði hagtøl um øki og starvsfólk eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



