Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø
Bloggur

Regin Toftegaard bloggar: Í eini samrøðu við The New York Times tann 8. januar 2026 varð Donald Trump spurdur, um tað eru nøkur mørk fyri hansara valdi. Svarið var líka so avdúkandi, sum tað var órógvandi: “Yeah, there is one thing. My own morality. My own mind. It’s the only thing that can stop me.”

“I don’t need international law,” legði hann afturat. “I’m not looking to hurt people.”

Hetta er ein merkisverd útsøgn. Men áðrenn vit fordøma Trump sum øran, ein klovn ella hvat vit annars kunnu finna uppá av nøvnum, kunnu vit í staðinfyri seta okkum ein týdningarmiklan spurning: Hvussu óvanligur er tankahátturin hjá Trump í veruleikanum?

Vit eru øll Trump
Chris Argyris, sum er serfrøðingur í organisatiónssálafrøði, brúkti áratíggju upp á at kanna, hvussu menniskju hugsa og handla undir trýsti. Hansara niðurstøða er ótespilig, men neyðug at skilja: Tann mátin, Trump hugsar uppá, er ikki eitt frávik ella ein sjúka. Tað er tann “default” mátin, menniskju reagera uppá, tá vit kenna okkum hótt.

Argyris vísir á, at grundleggjandi ynskið um tamarhald, fokus upp á at vinna, og óttin fyri at missa andlit, er ein universal drívmegi. Vit kenna tað øll frá okkum sjálvum, tá vit verða trýst í eini kjaki: Vit fara í verjustøðu, vit leita eftir prógvum fyri at vit hava rætt, og vit lata oyruni aftur fyri mótargumentum.

Munurin er altso ikki, at Trump er ómenniskjaligur. Munurin er, at hann er alt ov menniskjaligur. Hann agerar út frá teimum mest primitivu verjumekanismunum, vit eiga, men uttan siðmennandi bremsurnar, sum vanliga halda okkum aftur. Og – her er kjarnan – hann ger tað við heimsins størsta valdsapparati í rygginum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #