Vit liva í eini tíð, har óvissa fyllur nógv.
Altjóða spenningar eru dagligt innihald í tíðindunum, og útmeldingar um Grønland, okkara granna, minna okkum á, at heimurin kann broytast skjótt – og ofta uttan ávaring.
Men í eini slíkari tíð verða annað enn strategiar og skipanir avgerandi: mentala yvirskotið hjá leiðaranum.
Í fyrilestrinum fært tú:
-
ítøkilig kognitiv og metakognitiv amboð til at minka um stúran og yvirhugsan
-
íblástur til at velja tankar, sum styrkja heldur enn tyngja
-
størri mentalt frælsi og eina sterkari leiðslustøðu í ótryggjari tíð
Tú kanst ikki altíð stýra tí, sum hendir rundan um teg.
Men tú kanst læra at stýra, hvussu tú hugsar, handlar og leiðir.
Á Leiðaradegnum fáa vit vitjan av Kristian Eli Andersen, autoriseraðum sálarfrøðingi, sum í sínum fyrilestri setur fokus á tað, sum ofta verður gloymt, tá trýstið økist: okkara styrkir, virðir og veruligu møguleikar at handla.
Leiðaradagurin verður fyri 22 ferð, seinnapartin 30. januar á Hotel Føroyum. Tilmelding á synergi.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



