Trý fólk eru meldað deyð í einum skottilburði nærhendis ísraelska konsulátinum í Istanbul.
Tað upplýsir turkiska sjónvarpsrásin CNN Turk, sambært tíðindastovuni Reuters.
Guvernørurin í Istanbul sigur, at tveir løgreglumenn fingu smávegis skaða, ein gerningsmaður er dripin, og tveir aðrir gerningsmenn fingu skaða í skottilburðinum nærindis ísraelska konsulátinum í turkiska býnum, sambært TV 2.
İstanbul’un Beşiktaş ilçesinde bulunan İsrail Konsolosluğu çevresinde meydana gelen silah sesi ihbarlarına ilişkin olarak İstanbul Cumhuriyet Başsavcılığı tarafından derhâl soruşturma başlatılmıştır.
— Akın Gürlek (@abakingurlek) April 7, 2026
Soruşturma kapsamında bir başsavcı vekili ile iki cumhuriyet savcısı…
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



