Í gjár kom neyðarkall frá einum íslendskum trolara, einum uppisjóvarskipi sum var stætt norðanfyri Føroyar, tí eldur var í. Tó fekst skjótt tamarhald á støðuni, men skipið mátti hava sleip inn á Havnina. Tí tók Brimil sær av.
Aftur í dag vóru boð eftir Brimli, eitt skip stætt eystanfyri, fekk maskintrupulleikar, Brimil sleipaði skipið á Søldarfjørð.
Í gjár sleipaði Tjaldrið ein smábát á Havnina, eftir at hann var uppsteðgaður í Nólsoyarfirði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



