Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney
Innlendis ítróttur

Mikukvøldið 17. juni helt Føroya Fimleikasamband ársaðalfund. Formaðurin Pól Esper Hansen og næstformaðurin Heri Lamhauge stóðu fyri vali og vórðu báðir afturvaldir við góðari undirtøku. Pól Esper Hansen fekk 8 atkvøður, Anna Margit Thomsen eina, og ein atkvøða var blonk. Heri Lamhauge fekk sjey atkvøður, Durita av Reyni tvær, og ein atkvøða var blonk.

Á fundinum vórðu eisini fýra týðandi viðtøkubroytingar samtyktar. Endamálsorðingin hjá sambandinum varð víðkað, so trivnaður, tryggleiki og eitt likamliga og sálarliga sunt fimleikaumhvørvi nú verða skrivað inn sum partur av arbeiðinum hjá sambandinum. Hetta hongur saman við átøkum sum trivnaðarkanningum og skeiðvirksemi.

Aðalfundurin samtykti eisini, at tumbling verður lagt undir breiddararbeiðið í starvsnevndini. Hetta skal geva betri møguleikar at skipa kappingar og stuðla menningini av TeamGym og øðrum virksemi hjá feløgunum.

Reglurnar um ósømiligan atburð vórðu somuleiðis styrktar. Í serligum førum kann brot á etiska regluverkið nú hava við sær fyribils ella varandi útihýsing frá virksemi undir Føroya Fimleikasambandi.

At enda varð atkvøðuhátturin broyttur, so hvørt limafelag hevur eina atkvøðu, og starvsnevndin hevur eina atkvøðu. Endamálið er at tryggja javnari og meira demokratiska umboðan.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #