Ríðisambandið: Nú tað av álvara er farið at grønkast, so er ikki so leingi at bíða til fyrsta FM kappingin í kappríðing verður. Stórur spenningur er altíð undan fyrstu kappingini, tí óvissan um hvørji ross eru við og hvussu tey eru fyri, kemur til sjóndar hendan dagin.
Kappríðingarkalendarin fyri 2026 sær soleiðis út:
6 juni Vágar FM 1
20 juni Leynavatn FM 2
29 juli Havnardalur FM 3
15 august Havnardalur FM 4
29 august Vágar FM 5
Kappast verður í tølt, skeið, trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



