Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen
Vinna

Føroya Banki: Fyri at styrkja yvirskipaðu leiðsluna av samtakinum hevur Føroya Banki tilnevnt tveir varastjórar. Stjórnin í samtakinum heldur tó óbroytt fram við Turið F. Arge sum forstjóra. 

Brian Smedemark, rakstrarstjóri, og Arnhold Olsen, fíggjarstjóri, eru báðir tilnevndir varastjórar. Brian Smedemark, hevur verið rakstrarstjóri í bankanum síðani 2023, og var stjóri í dótturfelagnum Trygd frá 2018 til 2023. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2019. Arnhold Olsen hevur starvast í bankanum síðani 2013. Í 2023 gjørdist hann fíggjarstjóri og samstundis partur av samtaksleiðsluni.

Báðir halda teir fram við somu ábyrgdarøkjum sum higartil, og tilnevningarnar hava ikki við sær broytingar í dagligu leiðsluni av samtakinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #