Vit stríðast fyri javnstøðu í politikki, javnstøðu í familjuni og fyri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er eitt gylt og sera týdningarmikið mál at stríðast fyri, tí vit hava øll rætt at liva og virka javnbjóðis í einum samfelag og fyri felags samfelagsligum gagni. Men vit tosa ov lítið um tað manglandi javnstøðu sum er ímillum Føroyar, Grønland og Danmark. Tann ójavnvágin, at Danmark skal hava fleiri rættindi enn vit, tá tað kemur til uttanríkispolitikk, tá tað kemur til vinnupolitikk, ja enntá at hava einasta kortið at sleppa at luttaka til OL er heilt einfalt ikki rættvíst, og tað gagnar ongum øðrum enn Danmark.
Tað gleðiliga er hent, at 5 flokkar á tingi hava tikið lógvatak saman um Føroyar, at vinna Føroyum hesi heilt sjálvsøgdu rættindi, at vit kunnu mennast og trívast í heiminum eins og aðrar tjóðir. Tað er ein søgulig breið semja, hóast Sambandsflokkurin enn ikki hevur meldað seg til samráðingarborðið. Málið er, at styrkja Føroyar uttanríkispolitiskt, at vit kunnu sleppa burturúr spennitroyggjuni við uttanríkispolitisku heimildarlógini, har vit bert kunnu fáa fáa limaskap í felagsskapir, har Danmark frammanundan ikki er limur. Og tað er umráðandi, at Føroyar fáa atgongd til týðandi felagsskapir, sum hava týdning fyri okkara vinnulív, okkara mentan og okkara ítrótt.
DFG skipanin
Meginparturin av útflutningi føroyinga er fiskatilfeingi, og vit gera avtalur um ferðandi fiskastovnar, eitt nú í fiskiveiðifelagsskapum sum NAFO (Northwest Atlantic Fischeries Organization), sum skipar fiskiskapin á Flemisch Cap og NEAFC (North East Atlantic Fischeries Commisssion), sum skipar fiskiskapin í altjóða sjógvi um okkara leiðir. Her er tann sokallaða DFG skipanin galdandi (Danmark vegna Føroyar og Grønland skipanin) har Danmark bert greiðir atkvøðu, tá Føroyar og Grønland eru samd. Men vit eru sjáldan samd, fyri ikki at siga aldrin, tí vit hava ymisk áhugamál og draga als ikki somu línu, tá tað kemur til tilfeingisrættindi. Hetta er ein stórur meinbogi fyri Føroyar og føroysk áhugamál, sum fara fyri skeyti, tí vit eru trongd inn í eina eina órættvísa skipan. Føroyar mugu sleppa burturúr hesum haftinum, sum skaðar okkara rættindi til fiskatilfeingi, sum vit liva av, og sum er grundarlagið undir okkara búskapi.
Marknaðaratgongd og fríhandilsavtalur
Í fjør hendi tað gleðiliga, at vit eftir 10-20 ára tógvið stríð sluppu at søkja um limaskap í WTO, altjóða handilsheimsstovnin. Eftir fleiri ára oyðimarkagongd og støðugum stríði við danska løgmálaráðið um tulkingina av grundlógini, um hvørt Føroyar hava heimild ella ikki at fáa limaskap í hendan so týðandi felagsskap fyri føroyskt vinnulív, fingu Føroyar í fjør viðhald í hægsta rætti, og Føroyar kundu tískil um somu leið søkja um limaskap. Men hvat hava Føroyar minst øll hesi árini, vit ikki hava kunnað gangnýtt teir møguleikar, sum eru við WTO, tí vit hava undirlagt okkum eina tulking hjá danska justitsministeriinum, sum als ikki helt ? Men danir tvíhalda enn um, at niðurstøðan bert er galdandi fyri WTO, og ikki aðrar felagsskapir, har Danmark er limur frammanundan. Føroyar mugu sleppa burturúr haftinum við danir og gera allar tær neyðugu fríhandilsavtalur fyri føroyskt vinnulív, soleiðis at vit eru kappingarfør við onnur lond. Vit hava skyldu til at viðvirka til, at okkara vinnulív er kappingarført.
IOC og føroyskur ítróttur
Føroyskur ítróttur hevur ment seg so ómetaliga nógv seinastu árini. Vit hava við spenningi og stoltleika fylt okkara hondbóltskvinnum og hondbóltsmonnum hesa seinastu tíðina. Støðið er vorðið so høgt nú, at tað als ikki er óhugsandi, at vit kunnu røkka líka til OL, og skuldi tað hent, so er støðan tann, at tað sleppa vit ikki orsaka av ríkisrættarligu støðu Føroya.
Vit hava eisini úrmælingar á hægsta støði innan flest allar ítróttargreinar, og innan svimjing og rógving hava vit havt ítróttarfólk, sum mugu taka annað merki á sín kappa, tá tjóðin skal umboðast. Tað er ikki virðiligt.
Hetta eru bara nøkur av mongu orsøkunum til, at 5 flokkar hava sett seg við samráðingarborðið um at fáa eina nýggjan skipan ímillum 3 sjálvstøðug og javnsett lond. Hetta merkir ikki, at vit ikki framhaldandi skulu samstarva við danir, at vit skulu melda okkum úr alheimssamfelagnum, men tað merkir, at vit sum land gera avtalur í egnum navni. Tað er harmiligt, at Sambandsflokkurin hevur meldað seg úr samstarvinum, og tað er harmiligt, at tað verður mótarbeitt hesum á fólkatingi av sama flokki.
Vit skulu ikki vera í eini undirliggjandi støðu í mun til Danmark, vit skulu heldur ikki vera yvir Danmark, men vit skulu liggja ájavnt við Danmark við somu heimildum og somu rættindum. Tað er umráðandi, at arbeiðið ímillum hesar 5 og vónandi 6 og kanska 7 flokkar heldur áfram eftir komandi løgtingsval, har eitt tað fyrsta, sum skal henda er, at Danmark fráboðar okkara sjálvsavgerarætt til ST, at tað eru vit í Føroyum, sum taka hesa avgerð, og at avgerðarrætturin liggur fult og heilt hjá føroyingum.
Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



