Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire
Onnur tíðindi

Føroya Skótaráð: Fyrrapartin í dag gjørdist Føroya Skótaráð sjálvstøðugur limur í altjóða skótafelagsskapinum fyri gentuskótar, WAGGGS.

Á aðalfundinum í Siem Reap í Kambodja var full undirtøka fyri umsóknini, sum eisini hevði fingið viðmæli frá nevndini í WAGGGS.

Tað var ein kensluborin løta, tá vit sóu, at øll limalondini tóku undir við at geva okkum limaskap, og vit eru ótrúliga takksamar fyri tann stuðul, sum vit hava fingið – bæði frá nevndini í WAGGGS, men eisini frá donsku skótarørsluni, sum hevur stuðlað okkum í arbeiðinum, sigur Elisabeth M. Gaard, forkvinna í Føroya Skótaráð, í stuttari viðmerking úr Kambodja.

Saman við Marokko, sum eisini fekk limaskap á aðalfundinum, gjørdust Føroyar limir nummar 154 og 155 í WAGGGS, ið hevur yvir 11 milliónir gentuskótar sum limir kring allan heim.

Umboðini frá Føroya Skótaráð hava saman við umboðum frá KFUK skótunum og Føroya Skótasambandi seinastu dagarnar gjørt neyðuga krókaprátið á altjóða ráðstevnuni fyri at fáa neyðugu atkvøðurnar, og tey hava í hesum sambandi eisini víst á tað góða arbeiðið, ið verður gjørt fyri gentuskótar í Føroyum.

Stórur framdráttur er eisini í føroysku skótarørsluni í løtuni, og vónandi fer nýggi sjálvstøðugi limaskapurin at hava við sær, at føroyska skótarørslan frameftir fer at røkka enn fleiri gentum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #