Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak
Innlendis ítróttur

Spælararnir fegnast saman við Árna Frederiksberg, ið júst hevur lagt Føroyar á odda 2-1 ímóti San Marino - Mynd: Hans Erik Danielsen

Spælararnir fegnast saman við Árna Frederiksberg, ið júst hevur lagt Føroyar á odda 2-1 ímóti San Marino - Mynd: Hans Erik Danielsen

Spælararnir fegnast saman við Árna Frederiksberg, ið júst hevur lagt Føroyar á odda 2-1 ímóti San Marino - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Føroyska A-landsliðið við monnum, sum fyri fyrstu ferð spældi í svørtum búna, livdi upp til favorittrolluna, og vann leygardagin ein tepran 2-1 sigur á San Marino.

Men fyrstu løtuna var spælið eitt sindur knortlut, og tá fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin legði Nicolas Giacopetti heimaliðið á odda.

Føroyska liðið sat annars á meginpartin av spælinum, og kom eisini til onkrar vandastøður. Yvirvágin gav úrslit beint fyri steðgin, tá Jákup Biskopstø Andreasen javnaði til 1-1.

Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, og tá ein stórur tími var spældur legði Árni Frederiksberg Føroyar á odda 2-1. Eftir hetta hendi ikki tað heilt stóra, og sigurin var sum heild ongantíð í vanda.

Næsta uppgáva hjá manslandsliðnum eru tveir venjingardystir í juni mánað, tá Baltic Cup er á skránni. Leygardagin 6. juni spæla Føroyar og Estland, og tann 9. juni verður mótstøðuliðið annaðhvørt Lettland ella Litava.

Søgan um svørtu troyggjurnar er annars hon, at tá lond boða frá luttøku til UEFA kappingar, skal liturin á búnanum viðmerkjast. Fyri Føroyar er hvítt fyrsta val, blátt annað val, meðan svart er triðja val, og tað bleiv so fyri fyrstu ferð roynt hesaferð.

Aftaná dystin fekk FSF varpið orðið á landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein. Samrøðan sæst H E R

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #