Tað tekur tvey ár at læra seg at tosa og 60 ár at læra seg at tiga
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað tekur tvey ár at læra seg at tosa og 60 ár at læra seg at tiga
- Ernest Hemingway
Ítróttur

Flogbóltssambandið: Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum vann í dag gull, eftir at hava vunnið 3-1 á á San Marino í finaluni í SCA-kappingini, sum hevur verið í Norðurírlandi um vikuskiftið.

Støðan var 22-22 í fyrsta setti, tá føroyska servan brast í netið, og næstu tveir bóltarnar vann San Marino eisini, og harvið settið 25-22. Føroyar svaraðu tó aftur og vunnu annað sett 25-22.

Eitt skifti í fyrra helmingi av triðja setti var San Marino á odda við fýra stigum, men Føroyar javnaðu til 9-9 og fóru framum og drógu frá og vunnu settið 25-17.

Leingi gekk javnt á í fjórða settinum, men við støðuna 17-17 fóru Føroyar undan og vunnu í síðsta enda trygt 25-19.

Eftir tvey silvur og eina bronsu fyrr er hetta fyrstu ferð Føroyar hava vunnið SCA-kappingina.

Liðformaðurin Thorvald Danielsen varð valdur til besta hevara í kappingini og Silas Poulsen var valdur til besta libero.

Endaliga støðan í kappingini:

Nr. 1 Føroyar

Nr. 2 San Marino

Nr. 3 Skotland

Nr. 4 Norðurírland

Nr. 5 Liktinstein

Nr. 6 Írland

Føroyska liðið:

Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen.

Høvuðsvenjarin er Boban Ilic.

Hjálparvenjari er Oleksandr Dmytriiev, og hjálparvenjari og hagfrøðingur er Andreas Reinert Zachau.

Jónley Poulsen er ferðaleiðari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #