Tað tekur tvey ár at læra seg at tosa og 60 ár at læra seg at tiga
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað tekur tvey ár at læra seg at tosa og 60 ár at læra seg at tiga
- Ernest Hemingway
Størv

Av tí at virksemið á smoltstøðini framhaldandi økist, hava vit tørv á

einum fiskarøktara. Tú verður ein partur av einum stórumtoymi av dugnaligum starvsfólkum við drúgvum royndum við aling.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.

  • Røkta fisk
  • Tryggja góða fiskaheilsu og vælferð
  • Tryggja góða vatngóðsku
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Vit krevja onga ávísa útbúgving ella royndir. Tú fært góða upplæring frá okkum.

Vit vænta tó, at tú:

  • Ert røkin og álítandi
  • Ert arbeiðssom/-samur
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Dámar at loysa uppgávur
  • Ert áhuga/ur at arbeiða við djórum

Tú verður partur av framleiðslutoyminum, og vanliga arbeiðstíðin er gerandisdagar frá 8 til 16. Tó verður arbeitt aðrar tíðir viðhvørt.

Hjá Hiddenfjord leggja vit stóran dent á, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.

Vit bjóða:

  • Góð og skipaðarbeiðsviðurskifti
  • Nútíðarlig amboð og útgerð
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
  • Persónliga og fakliga førleikamenning
  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan

Lønin verður eftir avtalu.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Andreasen, framleiðsluleiðara, +298 220355, niels.andreasen(at)hiddenfjord.com.

Umsóknir skulu sendast til starv(at)hiddenfjord.com í seinasta lagi 22. juni 2026.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir neyvari avtalu.

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum elur laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 40 fólk, av teimum eru 15 fiskarøktarar. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðarvirksemi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #