Størstu hóttanirnar móti heilsuni hjá føroyingum í dag eru fiti, royking og strongd.
Tað sigur stjórin í Heilsustýrinum, Noomi Oddmarsdóttir Gregersen. Hetta ger hon í sambandi við, at tað í dag, 7. apríl, er almennur heilsudagur sambært ST.
Sum heild liva føroyingar væl, um hugt verður at fólkaheilsukanningini, sum varð gjørd í 2023, tí har søgdu 87 prosent av føroyingum seg hava góða heilsu.
Men har eru ávísir vandar, sum gera okkara heilsu verri.
Í morgunsendingini hjá KVF forklárar stjórin í Heilsustýrinum um heilsustøðuna hjá føroyingum - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



