We Need Art: Nú verða Vár, Rannvá og Búi úr Riva motivið á einum nýggjum risastórum veggjamálningi hjá serbiska listamanninum Artez, sum í summar kemur til Føroya í samband við We Need Art.
Artez var seldur beinanvegin
Alt byrjaði við, at Artez spurdi, um vit kendu nakrar lokalar dansarar ella fimleikarar. Hann hevði eitt hugskot til ein veggjamálning, men manglaði røttu persónarnar til motivið.
Vit hugsaðu beinanvegin um Riva.
Vit sendu honum nakrar myndir og eitt link til Instagramprofilin hjá teimum. Og tað tók ikki langa tíð, áðrenn Artez var seldur.
Kreativ orka í fimleikahøllini
Í síðstu viku vóru vit í fimleikahøllini hjá Føroya Fólkaháskúla saman við fotografinum Gwenael og tóku myndir til verkið.
Stemningurin var lættur og kreativur. Og tit kunnu gleða tykkum, tí endaliga úrslitið var super.
Nú ganga vit spent og bíða eftir, at Artez kemur til Føroyar og fer í gongd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



