- Tað ræður um at njóta løtuna og so góðtaka, at ikki øll fara at rósa tær. Tað eru nøkur av ráðunum sum føroyingarnir Sissal og Reiley kunnu geva teimum, sum nú fara at kappast í Dansk Melodi Grand Prix, sum verður 14. februar.
Rani Johann Petersen, aka Reiley, sigur, at tað sum er umráðandi er at njóða "bobluna" men ikki at gloyma seg burtur í henni. - Larmurin á sosialu miðlunum er ikki alt.
Sama sigur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen. - Góðtak, at ikki øll dáma teg, uttan mun til úrslitið. Ver trúgv ímóti tær sjálvari og hugna tær saman við øllum hesum frálíku fólkunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



