Føroyski samhugin við íslendsku tjóðini eftir vanlukkuna við Jökli ÞH hevur vakt ans í Íslandi. Íslendski miðilin DV hevur gjørt eina drúgva grein um heilsanina frá Póli Huus Sólstein, sum bæði sýnir teimum raktu samhuga og heiðrar bjargingarfólkunum.
Trý fólk lótu lív, og fjúrtan vórðu bjargað, tá skipið sakk mikudagin.
Pól hevur búð í Íslandi í umleið tvey ár og lýsir landið sum meira enn eitt grannaland. Hann vísir á, at føroyingar eisini kenna óblídni havsins og sorgina, tá fólk ikki koma aftur.
– Vit kenna takksemið, tá eitt skip kemur heim. Og vit kenna tøgnina, tá onkur ikki kemur heim, skrivar hann sambært DV.
Miðilin gevur eisini rúm fyri hugsanum hansara um virðið á mannalívinum. Úti á havinum skuldi eingin prógva, at hann var verdur at verða bjargaður.
Pól leggur dent á, at gleðin um tey fjúrtan bjargaðu ikki má fjala sorgina hjá teimum, sum mistu.
– Sorgin og takksemið mugu sleppa at vera lið um lið, er boðskapur hansara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



