Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
Tiltøk

Aftur í ár verða tríggir fyrilestrar í Sandavágs kirkju í føstuni.

Fyrsta framløgan verður týskvøldið 10. mars klokkan 19.30. Tá fer Bergur Debes Joensen, prestur og formaður í Etiska Ráðnum, at tosa um Etiska Ráðið við undirheitinum. “Hvat hvør, hvussu.”

Týskvøldið 17. mars kl.19.30 hevur Lena Reinert, málfrøðingur og deknur, framløgu um mál í kirkjuni. Skilja øll tað málið, sum í ávísum førum verður lisið í kirkjuni at ? Ella eiga vit kanska bara brúka meira “moderna” mál? Og ikki minst, hvat vit kunnu loyva okkum at brúka sum kirkjumál.

Triðju framløguna, sum verður týskvøldið 24. mars klokkan 19.30 hevur Jógvan Ravnsfjall, fornfrøðingur og limur í Føroya Stiftsstjórn. Hann fer at tosa um “at ganga í kirkju og at vitja kirkjur”. Hvat uppliva vit, og hvat kunnu vit uppliva í okkara “egnu” lokalu kirkju, og ella tá vit vitja kirkjur aðrastaðni.

Eftir framløgurnar verður lagt upp til orðaskifti. Endað verður við kirkjukaffi í forkirkjuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #