Í stuttum boðum til VP í morgun, sigur samráðingaleiðarin Beinir Johannesen, at flokkarnir ABC fara til samráðingar í morgin klokkan 10.
Beinir Johannesen legði dent á í samrøðu við Útvarpið, at tað hevur týdning at gera eina samgongu millum tríggjar teir størstu flokkarnar, tí hann metir, at Føroyar hava brúk fyri tryggari stýring komandi árini - við teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman.
Beinir Johannesen hevur freist til 10. apríl at skipa eina samgongu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



