Øll hava samhuga við tí veika, men øvunda tí sterka
- Arnold Swartzenegger

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Øll hava samhuga við tí veika, men øvunda tí sterka
- Arnold Swartzenegger
Lesarin skrivar

Áhugabólkur Pensjónista fegnast um, at landsstýrið vil fara burtur frá verandi javningarleisti og heldur hækka fólka- og fyritíðarpensjónir við sama krónutali sum lønarsáttmálar.

Í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin verður nevniliga sagt um almannamál:

”Um lønarsáttmálar í framtíðini verða givnar í krónum, eiga fólka- og fyritíðarpensjónir eisini at hækka við sama krónutali.”

Sambært Hagstovu Føroya liva 51,8 % av føroyskum fólkapensjónistum í fátækaváða (seinast uppgjørda fátækaváðamark 2024: 178.146 kr.)

Fólka- og fyritíðarpensjónirnar hava í nógv ár verið alt ov lágar. Árini 2014-2021 vórðu pensjónirnar als ikki javnaðar, men stóðu í stað.

Pensjónsupphæddirnar áttu at verið munandi hægri
Lønin hjá fastløntum arbeiðarum hækkaði 1. mei 2026 við 806 kr. um mánaðin (úr 28.151 kr. upp í 28.957 kr.)

Sostatt skal útgjaldið hjá fólka- og fyritíðarpensjónistum árið 2026 eisini upp við somu 806 kr. um mánaðin at rokna frá 1. mei 2026.

Eftirsleipið hjá pensjónistum er tá ímillum 2.728 kr. og  4.272 kr. fyri 2026 (sí viðheftu talvur)

Fólka- og fyritíðarpensjónistar mugu í minsta lagi fáa hesa somu mánaðarligu pensjónshækkan sum arbeiðarar.

Ein hækking av pensjónunum, ið veruliga munar, eigur at lyfta tey, ið ringast eru fyri, úr fátækaváða.

Áhugabólkur Pensjónista heitir á Landsstýrið um longu á ólavsøku at halda orð og leggja fram uppskot um, at fólka- og fyritíðarpensjónirnar hækka við í minsta lagi sama krónutali sum hjá arbeiðarum.

Áhugabólkur Pensjónista
Ingrid S. Henriksen          Jóhan Carl Dam       Bozena Rasmussen
Ingi  Gunnarsson             Jonna Jacobsen        Heidi E. Hammer
Vígdis Johannesen           Maria Jacobsen        Nina Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #