Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen
Politikkur

Góðu tjóðveldisfólk – øll, sum eru her og øll tit, sum fylgja við stroymingi.

Av hjarta vælkomin á floksting í Suðuroynni í stásiliga SALT-bygninginum. Ein sannur katedralur við áminning til okkum øll um týdningin av okkara ríku ídnaðar- og arbeiðarasøgu frá eini so at siga farnari tíð og eini líka stórari áminning um týdningin, mentanin hevur í lívinum hjá okkum øllum. Samanrenningin av ídnaði og mentan merkist í veggjunum og er sálin í húsinum.

Høvdu hesir veggir kunnað talað, so høvdu teir kunnað greitt frá um eina stórheitstíð í 1930 í Suðuroynni, tá ið fiska- og saltfiskavinnan verulig tók seg upp, og fransmenn tóku stig til at byggja eina saltsilo her á staðnum, tí vinnan var so stór, og tørvurin á salti ovurstórur. Somuleiðis hevði man brúk fyri kranum í oynni at hiva tung amboð, sum eisini kundu brúkast av øðrum, tí oyggin longu tá var sjálvveitandi við orku. Veggirnir høvdu eisini kunnað sagt okkum søguna um teir tveir smádreingirnir, sum runnu hjartkiptir og óttafullir runt og goymdu seg í nærmasta neyst,i tá ið eitt týskt bumbuflogfar undir øðrum veraldarbardaga bumbaði júst hendan bygningin, og takið fór í luftina, meðan teir spældu uttanfyri.

---

Góðu tjóðveldisfólk

Tá ið vit koma út á várið, og ljósið aftur fær fatur á myrkrinum, og tjøldrini eru komin, so vita vit, at flokstingið nærkast. Floksting og ljósa tíðin skulu eisini savna okkum til eitt nýtt politiskt vár, har vit kunnu súgva okkum orku og megi at standa stinn í stríðnum um frælsu og samhaldsføstu Føroyar. Har vit taka kyndilin frá teimum, sum framman undan okkum brunnu fyri sakini, og byggja víðari á teirra góða arbeiði. Og eins nógv vit gleðast um, at nýggj fólk leggjast til hjá okkum, so sakna og syrgja vit øll okkara, sum eru farin, síðan vit seinast høvdu floksting. Lat okkum reisa okkum til eina stilla løtu í størstu virðing og við takksemi um alt tað góða, vit fingu við hesum fólkum og við ábyrgdini um at bera kyndilin víðari

Takk fyri

---

Aftan á góð trý ár í samgongu kom valið heldur óvæntað. Ikki tí, avbjóðingar vóru tað vistu vit, men vit vistu ikki, at valið bleiv útskrivað júst tá. Av tí at vit høvdu havt tveir góðar arbeiðsdagar saman við øllum økisfeløgunum, so høvdu vit eitt  gott grundarlag at byggja valstríðið á. Arbeiðsdagarnar høvdu sagt okkum, hvat vit skuldu leggja dent á í einum valstríði, og hvat var týdningarmikið fyri okkum sum flokkur at hava við. Vit fingu skjótt savnað eitt sera gott valtoymi við Heidi, Jóhannesi, Niels Una/Nudlavirkinum, Eiler og Áka, og tey knýttu eisini Trónd aftur at sær. Hetta valtoymið hevur gjørt eitt ómetaliga gott og stórt arbeiði, og tey arbeiddu eisini dag og nátt. Tey eiga stórt rós frá okkum. Klappið fyri teimum 😊

Feløgini vóru eisini skjót við uppstillingini, og vit høvdu ein sera sera  sterkan og góðan lista.

Fyri teg og meg og Føroyar! Hetta frálíka raplagið hevur rungað í høvdinum á mær seinastu mongu vikurnar. Upplyft og orkufull fóru vit í valstríð. Gott politiskt hugsjónarprát og áræði fyltu vikurnar. Hjartans tøkk fyri tað øll tit mongu, sum stillaðu upp, og øll tit nógvu, sum á so ymiskan hátt gjørdu tykkara til at hjálpa flokkinum. Hjartaliga til lukku tit, sum blivu vald. Vit harmast tykkum, sum ikki rukku afturvali, Dennis, Annika, Erling og Jóhan og vilja so fegin, at tit altíð kenna tykkum heima hjá okkum. Okkum tørvar tykkum og tað sama við tykkum, sum ikki blivu vald. Tit eru akkurát líka stórur partur av okkum, tí vit eru ein flokkur og ikki ein samling av einstaklingum. Tað eru atkvøðurnar hjá okkum øllum í felag, sum skapa tingbólkin. Tí umboða vit ikki okkum sjálv, men tjóðveldishugsjónina og allar okkara limir. Missa vit hetta missa við savningarmegina í flokkinum.

Ein hjartans tøkk skal eisini ljóða til Bjørt Samuelsen fyri hennara stóra, dygdargóða arbeiði í flokkinum seinastu mongu árini, har hon hevur røkt so at siga allar sessir, sum nevndarlimur, sum aðalstjórnarlimur, sum nevndarforkvinna, sum landsstýriskvinna og nú at enda sum ein góð og virðilig løgtingsforkvinna.

---

Góðu tjóðveldisfólk

Samlaða valstríðið fara vit at eftirmeta fyri seg, men tað er ongin ivi um, at okkara samanlagda úrslit var gott. Samgongan misti 4 tingfólk, men vit í E mistu ongan og hildu stand við 6 tingfólkum. Úr úrslitinum kunnu vit tó lesa ymiskt. At vit missa í nógvum økjum og smáplássum kring landið – eisini nógv her í Suðuroynni. So vit hava enn eina stóra avbjóðing at fáa alt landið við, hóast tað er júst tað, vit hava roynt í okkara strategi sum leiðsla við t.d. at seta landsstýrisfólk úr teimum økjum, vit hava staðið veik í. Úrslitið vísir tó eisini, at tað ber til at broyta.

Tað besta við úrslitinum er, at vit síggja út at hava vunnið ungdómini. Góða úrslitið hjá Bjørg og eisini hjá Jóhannesi vísa hetta, og vit sóu og merktu tað eisini til ymisku tiltøkini. Hetta mugu vit fáa breitt út í øll øki. Tjóðveldi má vera staðið hjá øllum ungdómi í øllum landinum. Unga Tjóðveldi dugir nakað serligt. Tey fingu Bjørg valda, tey fingu eitt framúr úrslit til Jóhannes til fólkatingsvalið. Tey hava fyrr fingið Hervør valda og Elsu Berg. Og nógv av teimum, sum hava sínar røtur í UT eru í bæði spennandi og týðandi størvum og postum í dag. So at styrkja UT er at styrkja Tjóðveldi, Føroyar og framtíðina. Í Tjóðveldi satsa vit upp á ungdómin. 

Góðu tjóðveldisfólk

Í farna valskeiði blivu nógv góð mál framd. Blokkurin minkaði, skattalætti er framdur til miðal og lægri lønirnar, fimm nýggj sambýli eru latin upp, mentanarøkið er raðfest sum ongantíð, Listasavnið verður um- og útbygt, Tjóðsavnið fær nýggja goymslu. Kvinnur hava fingið kropsligt sjálvræði. Brekumboð er sett á stovn. Lønarlyft er givið til heilsurøktarar, heilsuhjálparar og námsfrøðiliga økinum. Heilbrigdi er farið í nýggj høli, barsilskipanin er betrað, yvirtøkur eru framdar, MVG er tikið av eplum, grønmeti og blæum, barnafrádrátturin er hækkaður og nýggjar tænastur eru til fólk í heimloysi. Vit hækkaðu lestrarstuðulin.  Hjálparpakkar latnirFróðskaparsetur verður bygt. Rásin, Miðnám á Kambsdali og Tekniski skúli í Klaksvík eru og verða dagførdir, íløgur eru gjørdar í føroyska málið bæði til barnatilfar, talgilding og orðabøkur. Tónleikur er raðfestur. Kommunur kunnu gera almannagagnligar bústaðir. Betri hjálp og stuðul til familjur, har børnini annaðhvørt hava sjúku ella brek. Batar eru framdir til smærri vinnurekandi, og avtalur við onnur lond, sum eru fortreytir fyri útflutningi, eru fingnar í hús. Heilsuverkið er styrkt. Projekteringin av Suðuroyartunlinum er samtykt, so fólk í Suðuroynni nú kunnu síggja eina vón fyri framman. Kanska um eina nýggja stórheitstíð sum fyri 100 árum síðani ella bara nakað so sjálvsagt sum at blíva javnbjóðis partur av landinum. Tjóðarsemja er funnin á ríkisrættarliga spurninginum o.s.fr. Men mest hoyra vit um ónøgd. Spurningurin er hví? Høgrarák? Heimsstøðan? Høga inflatiónin, sum hevur verið? Ella røkka ikki veljaranum? Senda vit ov nógv og ymisk mótstríðandi signal? Tónin er harður og polariseringin er stór. Okkara spurningur má vera, hvussu møta vit so hesum, so fólk síggja okkum sum eitt alternativ.

Góðu tit øll

Fyrradagin fingu vit innlit í samgonguskjalið hjá nýggju ABC samgonguni, og mánadagin fáa vit nýtt landsstýri. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku og biðja til, at teirra starv verður til signingar fyri fólk og land. Vit fara at vera konstruktiv í andstøðu, og  sjálvsagt eisini á varhaldi vegna fólkið í Føroyum, soleiðis at vit tryggja, at tað, vit øll eiga í felag, ikki verður latið teimum fáu, og at hvørki okkara land ella okkara fólk missa rættindi. Søgan um Føroyar er søgan um felagsskap og alt, vit hava bygt í felag: skúlar, sjúkahúsini, vegir, tunlar, orku, symfoniorkestur, ítrótt, landslið, bókmentir, sosialar skipanir o.s.fr. Nú má nýggja samgongan fáa høvi at royna seg, so vit fáa at síggja, hvussu tey roynast. Tó eru fyrstu útmeldingarnar um javnstøðu, SEV- og orkuøkið, ófíggjað átøk og um tjóðarsemjuna ikki sørt - ella sera - ørkymlandi.

---

Framtíðin kemur av sær sjálvari, men ikki framgongdin.

Vit fóru til val upp á tríggjar høvuðsboðskapir. At tryggja, at tjóðarsemjan verður gjøgnumførd, at gera átøk, so fólk síggja eina góða framtíð fyri sær í Føroyum og so tryggja eina haldføra integratión í breiðastu merking. Og vit fara at arbeiða við framtíðini. Við at fáa hugsjónirnar gjørdar til veruleika. Við at skapa góð lívskor fyri okkara fólk, við at skapa frælsa landið, sum vit droyma um, tí vit vita, at tað er tað, sum tænir okkum øllum best. Ófrælsi hevur ongantíð bygt nakað land

Tað vóru fimm av seks flokkum, sum tóku undir við tjóðarsemjuni. Nú eru tað seks av sjey, síðan Sjálvstýrið kom afturíaftur. Í stuttum snýr tjóðarsemjan seg um, at flokkarnir komnir til eina felags niðurstøðu um, at Føroyar og Danmark skulu skipast sum javnsett lond. Fyri at gera hetta krevst, at Føroyar verða skipaðar sum ein statur ella sum eitt sjálvstøðugt land, sum vit eisini siga.

 Somuleiðis inniber tjóðarsemjan, at Føroyar fáa fult ræði á uttanríkispolitikkinum og fáa teir altjóða limaskapir, okkum tørvar. Hetta eru grundsúlurnar í tjóðarsemjuni, sum Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin standa aftanfyri og nú eisini Sjálvstýri.

Heimurin er samansettur av sjálvstøðugum londum - statum. Tað eru statir, sum hava ein sess við borðið har avgerðirnar verða tiknar. Fáa vit ikki ein sess við borðið, fara avgerðir framhaldandi at verða tiknar uttan um okkum á fleiri økjum. Ongan sess - onga køku!

Eg havi so mangan í politiska lívinum upplivað kensluna av at vera sett uttanfyri og kensluna av, at vit skulu umboðast antin gjøgnum onnur ella hava fólk við okkum á fundir. Sum ein ómyndug. Soleiðis ráða vit ikki í egnum landi, lívi og egnum viðurskiftum. Hetta gerst serliga sjónligt í støðum, har okkara Merkið ikki sleppur at veittra frítt millum heimsins fløgg.

Tað snýr seg um, hvør hevur avgerðarrættin yvir Føroyum, og hvør hevur avgerandi orðið okkara vegna. Sjálvsagt vilja vit, at føroyingar ráða í og yvir Føroyum. Hetta er okkara land, og vit røkja best okkara áhugamál sjálv. Tað er mær óskiljandi, at fólk góðtaka tað.

Hesi ríkisrættarligu bond eru A, C, D, E, F og H samd um at loysa. Tann søguliga løtan er nú. Og nú hava flokkarnir høvi at vísa, at teir standa við tjóðarsemjuna, heldur enn at lata sambands- og afturhaldskreftirnar steðga søguligu tjóðarsemjuni, sum fyrradagurin gav okkum ábendingar um. Tað boðar ikki frá góðum, at tað er formaður sambandsfloksins, sum útleggur tekstin um ríkisrættarligu støðuna vegna nýggju samgonguna. Okkara stúran er sjálvsagt, um A og C loypa frá og koma við onkrum forkølaðum uppskoti ala «nýtt samband», sum bara fer at tátta ríkisrættarligu bondini enn meira. Eg vóni inniliga, eg taki feil, og at tjóðarsemjan verður hildin. Nú fáa vit at síggja, um A veruliga er ein tjóðskaparsinnaður flokkur, og um C stendur við semjuna, sum Aksel Johannesen sjálvur hevur staðið á odda fyri. Vit fara so at gera okkara til at fáa semjuna til veruleika. Hetta er uttan samanbering álvarsamasta løta í áratíggju.

---

Góðu tjóðveldisfólk

Tað leikar í í heiminum. Stórveldini herska og vilja deila. Ræða og spjaða. Kríggj og ófriður valdar. Høgrarák og totaliterir tilstandir eru í fleiri londum. Heimsins leiðarar sýnast ørir í høvdinum. Hóttanir og orðalag er út um øll mørk. Eisini handlingar.

Søgan um teir tveir smádreingirnir, sum spældu við SALT-siloina tá ið hon bleiv bumbað undir krígnum, er kend her suðuri, og enn so nógv ár seinni tosar man um, hvussu bangnir teir hava verið, og hvussu ræðuligt tað var.  Teir sluppu við skelkinum. Hesa støðuna uppliva túsundatals børn hvønn dag, eisini nú meðan vit sita her. Tey sleppa ikki øll við skelkinum.

Tað eru ikki lýggir vindar í blása uttan úr heimi, og lotið kemur eisini hendavegin, hóast við lægri vindmegi.

Alt, sum hevur við rættindi hjá minnilutum, javnstøðu, trúðarfrælsi og fólkaræðisligum virðum at gera, er fyri hóttafalli. Man er antiklima, antivísindi, antikonventiónum, anti tað almenna o.s.fr. Spurningurin er um t.d. menniskjarættindakonventiónin hevði verið samtykt í dag?  Vit mugu ikki fella í ta grøvina, men áhaldandi vera ein rødd, ið talar fyri tí øvuta.

Tá ið øll renna yvir í eitt borð, er bara ein spurningum um tíð, til báturin hvølvist. Vit mugu so ella so vera barlastin hjá tí, sum vit vita, er tað rætta og góða. At halda fólkaræðisligu virðini høgt, at virka fyri felagsskapin og eitt samfelag fyri øll fólk, at grunda okkara samfelag og sambond á avtalur, sáttmálar og lógir. At savna og sameina heldur enn at spjaða. Okkara politikkur er grundaður á virðir. Føroyar er ikki ein fyritøka, men eitt samfelag av menniskjum, sum saman skapa virðini í samfelagnum, og sum eru eitt virði í sjálvum sær.

---

Góðu tit øll

Fyri at fólk skulu síggja eina meining í at velja Tjóðveldi, mugu tey síggja, at vit arbeiða fyri tey. Fólk mugu kenna seg hoyrd, sædd og vird. Tey mugu merkja, at teirra lívskor hava okkara áhuga. At vit standa saman um at skapa teimum batar. Um tað er gjøgnum at fáa eina tunnell, eina góða barsislskipan, eitt sambýli, hjálp til sjúka barnið, ella hvat tað so er.  Hoyra vit ikki fólkið, so missa vit undirtøku. Missa vit undirtøku, so missa vit málið - bæði tað fysiska og hugsjónarliga. Hetta er uttan iva ein partur av afturgongdini í útjaðaranum. Nøkur hava ikki tað álit á okkum, at tey seta krossin við okkum. Onkur hevur sagt við meg, at tað er tí vit hava mótstríðandi útmeldingar um tað, sum hevur týdning í teirra lívi og tí ikki skapa vón, og tey ikki kenna, vit arbeiða fyri tey. Kanska øvugt. Hetta kunnu vit ikki liva við, um tað snýr seg um mál, sum flokkurin annars standa fyri. Vit hava tvey oyru og ein munn, segði lærarin við okkum á sinni, Tað er fyri, at vit skulu lurta dupult so nógv, sum vit tosa.

Tað hevur so sera stóran týdning, at vit hittast og tosa saman. Tað er, tá ið vit í flokkinum seta okkum saman og viðgera politikk, at vit í felag skapa góðar loysnir. Tað skulu vit gera meira av. Tað er neyðugt, tí tað er í dialoginum, at rúmið til semju finst.

Vit uppliva ymiskt. Á fundi fyrr í vikuni setti ein ung kvinna orð á, hvat tjóðveldi eisini var fyri hana. Tað var ein frístaður frá stranga, konservativa umhvørvinum. Eitt stað, har hon fekk luft og kundi vera hon sjálv við sínum virðum. Eitt andarhol. Soleiðis hanga frælsini saman. Vit í tjóðveldi hava altíð víst á, at tjóðarfrælsi og persónliga frælsi hanga saman, og hvussu vit arbeiða við frælsishugtakinum í breiðastu merking, eisini tá ið tað t.d. snýr seg um vinnufrælsi og kvinnufrælsi.

Tá ið vit í valskránni tosaðu um, at framtíðin er í Føroyum, var tað eisini meint, sum at okkum tørvar, at okkara ungdómur støðast í Føroyum. Vit hava ikki ráð at missa so stóran part av ungdóminum. Og vit hava ikki ráð at mangla 2400 kvinnur í Føroyum. Eitt er so púra víst. Ein partur av hesi loysn hevur nakað við hugburð at gera. Jú, gaman í snýr tað seg um bústaðir, útbúgvingarmøguleikar, lestrarbústaðir og annað, sum vit kunnu koma á mál við. Har tykjast flokkarnir samdir um at gera strategiskar íløgur í útbúgving, bústaðarmøguleikar og ungdóm.  Men hvussu koma vit á mál við at skapa rúmsátta samfelagið, sum rúmar øllum, og sum ung og kvinnur trívast í?  Tað síggi eg sum eina líka stóra avbjóðing. Fara ungar kvinnur t.d. at spegla sær í, at løgmansflokkurin onga kvinnu setur í landsstýrið. Er tað tað samfelagið, sum fær tær heimaftur ella at vilja vera her? Tað er neyðugt, at javnstøða og javnrættindi ganga hond í hond við útbygging av samfelagnum annars og at frí og fræls mentan eisini fær góð gróðrarlíkindi, so alt ikki verður so stokkkonservativt!

---

Góðu tit øll

Mennskja hevur allar dagar viðgjørt hugtakið um meiningina við lívinum. Sjálv eri eg so hugtikin av tí, sum Victor Frankl hevur skrivað um hetta. Um hvussu hann sum fangi í týningarlegu undir øðrum veraldarbardaga ikki misti vónina, men framhaldandi sá eina meining í lívinum, eisini tá ið tað sá daprast út - og at hetta var eitt eyðkenni hjá teimum, sum yvirlivdu ræðuleikarnar. Hann viðgerð eisini, hvussu vit velja at reagera upp á tað, sum hendir okkum, er okkara egna val. Tað er sambært honum ikki umstøðurnar rundan um okkum, sum gera lívið óberiligt, men tað er, tá ið meiningsloysið fær fastatøkur í lívinum, og vónloysi tekur yvir, at vit missa okkum sjálv. Vit kunnu ikki á nakran hátt samanbera okkara støðu við lívið hjá einum, sum hevur verið í konsentratiónslegu, men vit kunnu brúka hugtøkini um meining og vón bæði yvir fyri okkum sjálvum og í okkara politiksa virki, líkamikið um vit eru tingfólk, nevndarlimir ella bara vanlig menniskju, sum vit jú fyrst og fremst øll eru. Vit kunnu taka við okkum hansara orð um, at tann, sum skal geva og vera øðrum eitt ljós, má tola at brenna sjálvur. Tað snýr seg um at fáa onnur at loga og at kveikja. At vera tann, sum festir í onnur. Tað hava vit brúk fyri, tí komandi tíðina verður høvuðsuppgáva okkara at vera tey, sum seta kósina tjóðskaparliga, mentanarliga, sosialt, fyri økini í landinum, fyri haldføri, fyri fólkaræðisligu virðini, fyri Føroya støðu altjóða, á javnstøðuøkinum, fyri ungdómin fyri integratión. Ja, fyri teg, meg og Føroyar

Okkara logi má vísa veg. Og vit mugu ikki blása so hart á hann, at hann sloknar, men til pass so vit halda kyndilin logandi. Og fremsta uppgávan er at brúka sín loga at kynda eld í hjá hvør øðrum. At skapa felags vón og kós fyri samfelagið.

At enda. Hetta flokstingið bleiv ikki byrjanin til eitt valstríð soleiðis, sum vit høvdu ætlað. Men tað verður tað so allíkavæl. Vit fara ikki at sita og bíða til samgonguskeiðið endar, men brúka hvørja løtu og hvønn dag at fyrireika okkum at koma aftur til valdið. Vit ætla okkum at vinna komandi val - og her er ongin dagur at spilla.

Gott floksting og takk fyri orðið.

Sirið Stenberg 11.04.2026

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #