Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire
Vinna

Formula: Seinastu dagarnar hevur verið nógv umrøða av eino trygdarhending, sum verður nevnd FortiBleed. FortiBleed er ein veikleiki í ávísum útgávum av trygdarskipanum frá Fortinet, har óviðkomandi undir ávísum umstøðum kunnu fáa atgongd til upplýsingar, sum annars skuldu verið vardar. Veikleikin hevur vakt ans kring heimin, tí hann kann verða misnýttur í álopum móti fyritøkum og stovnum. 

Formula er nevnt í sambandi við hesa hending. Vit vilja tí staðfesta, at Formula sjálvt ikki er rakt av FortiBleed.

Ein av okkara kundum hevur verið ávirkaður av veikleikanum. So skjótt sum vit vórðu varug við støðuna, settu okkara serfrøðingar neyðug átøk í verk. Kundin er loftaður, og vit hava arbeitt tætt saman við viðkomandi fyri at tryggja, at støðan varð handfarin skjótt og fakliga forsvarligt.

Telduálop og trygdarhendingar eru tíverri vorðin ein partur av gerandisdegnum hjá fyritøkum og almennum stovnum kring heimin. Eingin kann við fullari vissu tryggja seg móti øllum hóttanum. Tað avgerandi er tí at hava røttu trygdarskipanirnar, greiðar mannagongdir og eina væl fyrireikaða tilbúgving, so møguligar hóttanir kunnu staðfestast og handfarast skjótt og effektivt.

Henda hendingin undirstrikar týdningin av áhaldandi arbeiðinum við KT-trygd. Hjá Formula arbeiða vit hvønn dag við at verja okkara kundar móti vaksandi hóttanunum í talgilda heiminum, og vit fara framhaldandi at leggja stóran dent á fyribyrging, eftirlit og skjót átøk, tá trygdarhendingar koma fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #