Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø
Vinna

Formula: Formula er nominerað til virðislønina “HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER 2025”, sum verður latin á HPE Awards. Vinnarin verður kunngjørdur fríggjadagin 30. januar 2025.

HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER er ein virðisløn, sum heiðrar samstarvs partnarar hjá Hewlett Packard Enterprise (HPE), ið hava skapt veruligan virði við nýhugsan, strategiskari tilgongd og við at flyta mørkini fyri, hvussu HPE-loysnir verða nýttar í veruligan rakstur.

Virðislønin verður givin til fyritøkur, sum:

   • hava tikið nýggj ella øðrvísi stig við HPE-tøkni,

   • hava gjørt mun hjá kundum við framkomnum og burðardyggum loysnum,

   • og hava víst dirvi, nýhugsan og førleika at seta loysnir í rakstur, sum skapa ítøkiligar broytingar.

Formula – undangonguvirki á sínum øki
Formula hevur seinastu árini styrkt sína støðu sum eitt av fremstu tøknifyritøkunum á sínum øki. Í 2024 varð Formula bæði nominerað og vann heiðurin HPE Fighters, og í 2025 er fyritøkan aftur nominerað – hesaferð til Ársins HPE Game-Changer.

Henda tilnevning frá Hewlett Packard Enterprise er ein staðfesting av tí arbeiði, sum er lagt í at byggja burðardyggar, tryggar og framsøknar loysnir.

Ein fegin stjóri, Fróði Magnussen; staðfestir at “Hetta er ein serlig løta fyri okkum í Formula. Tilnevningin vísir, at okkara fokus á nýhugsan, kvalitet og kundavirði ger mun – eisini á altjóða støði.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #