Partafelagið Formula, sum veitir KT loysnir til tað almenna og privata, hevði eitt gott ár í fjør - so gott, at tað man vera millum bestu ár nakrantíð hjá felagnum. Úrslitið eftir skatt var 19,5 mió kr sum er smáar tvær milliónir krónur betri enn árið frammanundan. Avkastið av eginognini var góð 46%.
Í frágreiðingini tosar leiðslan um størri avbjóðingar enn væntað, tí broytingar í kundakrøvum, hørð kapping og tørvur á tillagingum og íløgum løgdu trýst á virksemið, hóast eftirspurningurin helt fram at vaksa. Samstundis vísir leiðslan á óvissu sum kemst av búskaparligum og geopolitiskum viðurskiftum, skjótt broytandi tøkni og vaksandi krøv til KT-trygd, sum alt ger, at felagið støðugt má tillaga seg.
Um framtíðina sigur leiðslan, at Formula fer at hava støðugan rakstur og nøktandi fíggjarligt úrslit komandi árini, hóast altjóða óvissa framvegis er til staðar.
Fíggjarstøðan hjá Formula javnvigar við 99 mió kr og eginognin er ella var við ársbyrjan 24 mió kr.
Fróði Magnussen er forstjóri, Árni Arge er fíggjarstjóri.
Partafelagið Telefonferkið og smápartafelagið Seiggi, sum stjórnar í Formula eiga, eru í yvirlitinum yvir stórar eigarar (yvir 5%) í Partafelagnum Formula.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



