Garpar: Vælkomin til ókeypis forvitnisliga konsert í Messuni í Sørvági leygarkvøldið 11. apríl kl. 19.00.
Tað er manskórið Garpar, sum hevur bjóðað Klaksvíkar Manskóri á vitjan og koma bæði kórini at framføra hetta kvøldið.
Talan er bæði um vakran kórsang og lættari sangir.
Síðsta ár bjóðaði Klaksvíkar Manskór Gørpum til Klaksvíkar og fyri fullum sali í Varpinum, framførdu hesi kór fyri norðoyingum.
Nú er løtan komin at hava eina konsert í Sørvági.
Fyrireikarnir vóna at vágafólk taka væl undir við hesum tiltalki, sum verður í nýggju og stásiligu Messuni í Sørvági.
Øll eru hjartaliga vælkomin og er tiltakið sum sagt ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



