Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Váta veðrið hevði sína ávirkan á breytina við Leynavatn, nú næsta FM kappingin var leygardagin. Tá breytin er tung krevur tað meira av ross og reiðfólkið. Hetta kynstrið meistraði fyrrverandi føroyameistarin Freyr við Onnu Magnussen á baki best. Tey vunnu Tvíspor 1 flokk við tíðini 19,80. Nummar tvey gjørdist ein annar fyrrverandi føroymeistari, Silfá og Ása Bárðadóttir, tey høvdu tíðina 20,13 og nummar trý gjørdist Sproti og Helena Dagmar Nilssen við tíðini 20,51.

Tvíspor 2 flokk vunnu Spirit og Drós Andriasardóttir, nummar tvey var Báran og Hanus Patursson og nummar trý gjørdist Litbrá og Elisabeth Niclasen. Tvíspor ung vunnu Kiljan og Simona Tornby, nummar tvey gjørdist Doran og Fía Nolsøe og nummar trý var Lítli við Alexndru Glerfoss á baki.

Travkappingina vunnu Grettir og Hallur Hansen, nummar tvey var Dropi og Lív Djurhuus og nummar trý gjørdist Gígur við Simonu Tornby á baki. Skeið vunnu Kvika og Bárður Johannessen, nummar tvey var Brúni og Jóannes Debes og nummar trý var Litbrá og Elisabeth Niclasen. Tøltgreinina vunnu Brynjar og Regin Johannessen, nummar tvey var Strákur og Bárður Johannessen og nummar trý gjørdist Tango og Hallur Hansen.

FM 3 verður í Havnardali ólavsøkudag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #