Barnafrádrátturin í Fuglafjarðar kommunu hækkar úr 9.000 upp í 10.000 krónur fyri hvørt barnið næsta ár. Skattaprosentið verður óbroytt 21,25.
Tað samtykti býráðið hóskvøldið, tá fíggjarætlanin fyri 2027 varð einmælt samtykt. Uppskotið um hægri barnafrádrátt kom frá listunum B og F.
Kommunan ætlar at gera íløgur fyri 29,4 milliónir krónur. Av hesum fara átta milliónir til framhaldandi umbygging av skúlanum, 5,2 milliónir til útstykkingar í Fuglafirði og á Kambsdali og fýra milliónir til vatnveiting.
Inntøkurnar eru mettar til 134 milliónir krónur. Eftir útreiðslur, rentur og avdráttir eru 17,5 milliónir eftir til íløgur.
Íløgurnar eru sostatt nærum 12 milliónir størri enn tøki peningurin frá rakstrinum. Munurin verður fíggjaður við innistandandi peningi og lántøku, upplýsir kommunan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



