Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
Bøkur

Forlagið Hemlið: Klassikarin Fúrstin eftir Niccolò Machiavelli er nú aftur at fáa í føroyskari týðing eftir at hava verið útseldur í longri tíð. Hetta er triðja upplag av bókini, sum fyrstu ferð kom út á føroyskum í 2015.

Bókinina umsetti Eilif Samuelsen til føroyskt, og tað er Forlagið Hemlið, sum gevur hana út.

Fúrstin er ein av viðgitnastu og mest umstríddu bókunum innan politiska heimspeki. Machiavelli skrivar  um vald, leiðslu, ótta, trúfesti og hvussu leiðarar varðveita vald í ótryggum tíðum. Í roynd og veru er hetta ein lærubók í statsmanskynstri. Hóast bókin varð skrivað í Firenze í 1513, verða hugsanirnar framvegis umrøddar í politikki, leiðslu og samfelagskjaki kring allan heim. 

Føroyska útgávan hevur fingið góða móttøku, og áhugin hevur verið so stórur, at tey bæði fyrru uppløgini vórðu skjótt útseld. Nú er bókin aftur á hillunum, so nýggir lesarar kunnu fáa høvi at lesa hetta heimskenda verkið á føroyskum.

Tað er Forlagið Hemlið, sum gevur bókina út. Forlagið gevur út klassikarar í heimsbókmentunum og hevur higartil givið út 25 bøkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #